onsdag den 26. maj 2010

So er mítt fyrsta summar byrjað



Hey tit øll,


Nú er summarið endiliga komið til Tårnby, og eg havi verið nógv úti, og eisini úti í Ballerup. Mamma og babba tóku nógvar myndir sum eg havi lagt út til tykkum at síggja.


Og so hevur mamma sagt at eg skal vísa tykkum hetta so tit síggja at eg eri ein bandit


/Ninna 

fredag den 14. maj 2010

Í dag havi eg verið og svomið!! :-D




Hey tit øll,

Í dag fóru eg, mamma og babba, saman við Fridu, Eyð, Ruben og lítlu Silju at svimja... Tað var ordiliga stuttligt!!!! Elin gumma stóð á kantinum og tók myndir so nú kann eg vísa tykkum hvussu stuttligt tað var :-D

Plask, plask!!

/Ninna

fredag den 30. april 2010

Eitt heilt langt vár...



Hey tit øll!!

Tað er so langt síðani eg skrivaði seinast, men eg havi haft so nógv at gera... M.a. havi eg verið í Føroyum og hildið jól... Men eg havi eisini lært at rulla, grulva og ganga framvið... og so havi eg eisini fingið 6 tenn!!
Mamma og babba hava fingið nogvar myndir og video av mær, sum tit kunnu síggja her: Myndir & Video.

Ninna